OBS! Ársaðalfundur 2019 og 40 ára føðingardagur fluttur í Hotel Hafnia

Aðalfundurin sunnudagin 31. mars er fluttur til Hotel Hafnia 

40 ára føðingardagsveitsla og aðalfundur verður á Hotel Hafnia
sunnudagin 31. mars kl. 15.00



Av tí vit bjóða døgurða eftir aðalfundin, er neyðugt at melda seg til. Freistin at melda til er hósdagin 28. mars


Tilmelding ferð fram antin at ringja til 59 87 83 ella senda teldupost til scerosufelag@sclerosufelag.fo




Nógv spennandi á skránni:


Aðalfundur verður á Hotel Hafnia í fundarhøli og byrjar kl 15:00 – 16:30


Ísvatn, penn / papír stendur klárt í fundarhølinum

Kaffi / te, dagsins køka og frukt




Skrá sambært viðtøkum felagsins:



Joan Vang fer at leggja fram um pensión, vart starv, nýggja
vælferðapakkan v.m.




Aftaná aðalfundin bjóðar felagið veitsludøgurða v/vatn ella sodavatn, í matstovuni á 2. hædd
kl. 17.00 (Her má meldast til, so vit vita hvussu nógv koma)


Omaná verður kaffi/te, smoothie og okkara egna Sclerosu føðingardagskøka.


Um alt gongur sum ætla, verður eitt yvirraskilsi á skránni :-)





Gleða okkum at síggja so nógv av tykkum og tykkara sum møguligt


Við vón um góða uppmøting,


Blíðar heilsurnar,

Formaðurin, Hallur Thomsen