Flaggdagsrenningin

Hóast Flaggdagsrenningin varð avlýst í ár, so skipaði Bragdið fyri einum alternativi, har fólk kundi velja um tey fóru at renna ella ganga ein túr. Og tað vóru heilt nógv, ið valdu at gera hetta.

Sclerosufelagið takkar hjartaliga øllum teimum, sum hava stuðlað okkum við einari upphædd. 

Eisini var tað sera hugaligt, at síggja allar myndirnar av fólkum, sum runnu og harvið stuðlaðu flaggdagsrenningini.

Enn er møguligt at stuðla við eini upphædd á konto 9181 - 4980087 hjá Sclerosufelagnum. Takk fyri

Síggjast aftur næsta ár. 

Myndir kunnu síggjast, við at klikkja á her #flaggdagsrenningin2020 og  #rennviðfrástøðu