Ársaðalfundur 2019 og 40 ára føðingardagur

Sclerosufelagið bjóðar til aðalfund og 40 føðingardag. 


Sclerosufelagið var stovnað tann 27. mars í 1979 og fyllur felagið 40 ár vit bjóða lagkøku. 

Ársaðalfundur felagsins verður sunnudagin tann 31. mars 2019 kl. 15.00. 

Fundurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni, á Frælsinum 32, í Tórshavn 


Skrá sambært viðtøkunum. 

Skrá: 
  • Val av fundarleiðara
  • Frágreiðing formansins 
  • Uppskot um arbeiðsætlan 
  • Góðkenning av roknskapi 
  • Innkomin mál 
  • Val av nevndarlimum (í ár kassameistari og tveir nevndarlimir) 
  • Val av tiltakslimum 
  • Val av grannskoðara 
  • Ymiskt 

Fyri at lætta um fyriskipanina, so hevði verið gott, um boðað varð frá luttøku antin við at ringja til 59 87 83 ella við telduposti til sclerosufelag@sclerosufelag.fo

Felagið hevur gjørt eina spurnarkanning, sum vit høvdu verði sera fegin um tú hevði tíma at svara. Kanningin kann finna við at trýsta á hesa leinkjuna: https://goo.gl/forms/PlseTP291WMGXvGB2


Blíðar heilsurnar, 
Sclerosufelagið 
Formaðurin, Hallur Thomsen




Tiltak

2019/03/31

Ársaðalfundur 2019 og 40 ára føðingardagur

Sclerosufelagið bjóðar til aðalfund og 40 føðingardag. Sclerosufelagið var stovnað tann 27. mars í 1979 og fyllur felagið 40 ár vit bjóða lagkøku. Ársaðalfundur felagsins verður sunnudagin tann 31. mars 2019 kl. 15.00. Fundurin

les meir