Ársins jólahugni 13. Desember kl 14:00

Kæru limir, 

Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna tann 13. desember kl. 14.00 á Hotel Hilton. 

Í ár hevur Sclerosufelagið valt at hava ein øðrvísi jólahugna, ið verður á Hotel Hilton á Staravegi 13 í Tórshavn.

Her verður bjóðað til ein høvuðsrætt, ið verður konfiterað og stokt dunnulær við glaseraðari reyðrót, urtablandi, dunnusós og eplum afturvið. 

Omaná verður mandlurís við kirsuberjasós.

Í ár kemur Ólavur á Váli at spæla nøkur løg.

Eisini vænta vit, at jólamaðurin finnur veg á hotellið. 

Við vón um góða undirtøku, hóast almennu tilmælini, fer nevndin at heita á tykkum øll um at boða frá luttøku til tiltakið, antin við at senda teldupost til sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella við at ringja á telefon 598783 innan 6.desember.

Við jólaheilsu,
Nevndin í Sclerosufelagnum