Fyrilestur um sclerosuheilivág

Verði vælkomin til ein hugnaligan dag við fyrilestri um tað nýggjasta innan sclerosuheilivág 6. oktober kl 15.00 í Skúlanum á Trøðni.


Fyri mong er sclerosu heilivágur ein partur av gerandisdegnum, Nógv sløg av heilivági er framleitt síðan tað fyrstu viðgerðina, ið kom í 1995. Síðan tá eru nógv sløg blivin framleidd. Í 2019 bleiv tann fyrsta viðgerðin fyri fólk við primær progressiv sclerosu góðkend.

Í ár fáa vit vitjan av Lasse Skovgaard, sum er serkønur í Sclerosu. Hann kemur at siga okkum frá um tað nýggjasta nýggja um gransking og sclerosuheilivági. Dentur verður lagdur á hvat fyri nýggjur heilivágur er komin, hvussu hann virkar, hvat fyri fyrimunir og hvat fyri vansar eru. Eisini kemur fyri lesturin at snúgva seg um hvat framtíðin kemur at bjóða tá tað snýr seg um heilivág.

Við á fundinum verður eisini Dorte Larsen, ið er sálarfrøðingur hjá Scleroseforeningen. Hon kemur at greiða frá hvussu tann nýggja skipanin við at hava samband við ein sálarfrøðing frá Scleroseforeningen kemur at ganga fyri seg.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

  • Kl 15 verður bjóða vælkomi
  • Lasse = Hevur fyrilestur í 1 tíma
  • Steðgur í umleið 15-20min. Frugt oa. verður at fáa.
  • Fyrilesturin heldur fram.
  • Dorte = Sálarfrøðingur tosar um nýggju skipanina viðvíkjandi sálarfrøðingi.

Fyri at lætta um fyrireikingina, vinarliga melda til í frymlinum undir her ella við at ringja 59 87 83.




Tiltak

2019/11/24

Jólahugni sunnudagin 24. november

Vit vilja hervið bjóða til jólahugna sunnudagin 24.november kl 15.00. í Skúlanum á Trøðni!Verið vælkomin og havi góða lagið við. Vit fara at hugna okkum við práti, sagt verður frá søgu, jóla góðgæti, einum góðum

les meir