Hósdagin 25. apríl kl. 16.00. Børn, ung og vaksin. Tilmelding á bragdid.fo



Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!

Kom og stuðla Sclerosufelagnum. Aftur í ár skipar Bragdið fyri Flaggdagsrenning. Umframt flaggdagsrenning og barnarenning, verður eisini skipað fyri heilsurenning, sum er vælegnað teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.


Tey fyrstu 50, sum melda til heilsurenningina, fáa eina renniblusu og allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Øll, ið luttaka í heilsurenningini, eru við í lutakasti um eitt gávukort frá Atlantic Airways, virði 3.000 kr.


Kostnaður fyri børn er 40 kr. og 100 kr. fyri vaksin. Luttøkugjaldið fer óskert til Sclerosufelagið.


Sclerosurakt tørva stuðul

Um tú ikki orkar at renna, og tó ynskir at stuðla Sclerosu, ber eisini til at stuðla bæði heilsu- og barnareningini.Tit kunnu stuðla við at flyta eina upphædd á 9181 498.008.7 í Betri


Sclerosa (MS)

Sclerosa (MS) er ein kronisk autoimmun sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina, og also nervalagið í heila og mønu. Sjúkan rakar sostatt allan kroppin.


Sjúkan kann hava ymisk árin frá persóni til persón. Álopini av sjúkuni vera vanligani kallað fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, møði, lammilsi og /ella kognitivar trupulleikar, so sum at hava ringt við at minnast og hugsavna seg. Nøkur uppliva bert fá attak, og eru kanska ikki nógv merkt av sjúkuni, meðan onnur gerast avlamin við tíðini. Flestu, sum verða rakt av sjúkuni, eru millum 20 og 40 ár. 2/3 av hesum eru kvinnur.


Man veit ikki hví ella hvaðan sjúkan kemur. Tí er ongin heilivágur, ið kann lekja sjúkuna. Men tað ber til at fáa heilivág, sum seinkar sjúkugongdina og møguliga minkar um symptomini. Tað verður granskað sera nógv í sjúkuni. Hetta gevur vón um eina framtíðarloysn og er sera positivt. Men gransking er dýr, og neyðugt er at savna nógvan pening til ymisku verkætlanirnar.


Renn fyri sclerosu! Tú hjálpir við at savna inn pening, og gevur vón um eina betri framtíð.





Tiltak

2019/04/25

Kom og renn fyri sclerosu, á flaggdegnum í Havn

Hósdagin 25. apríl kl. 16.00. Børn, ung og vaksin. Tilmelding á bragdid.fo Melda til... Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!Kom og stuðla Sclerosufelagnum. Aftur í ár skipar Bragdið fyri Flaggdagsrenning. Umframt flaggdagsrenning og

les meir