Sálafrøðingurin

Sum limur hjá Sclerosufelagnum, hevur tú og familia tín møguleika at nýta sálafrøðingin hjá felagnum.

Her eru tveir møguleikar at velja í millum, annar er at seta seg í samband við sálarfrøðingin í Danmark ella ella ein sálarfrøðing í Føroyum.

Sálarfrøðingurin í Danmark

Fyri at seta seg í samband við sálarfrøðing hjá Sclerosuforeningen í Danmark,
ber antin til at ringja +45 36 46 36 46 ella senda teldupost til psykolog@scleroseforeningen.dk.
Sálarfrøðingarnar í Danmark hava servitan innan sclerosu. Viðtalurnar kunnu antin fara fram á donskum ella enskum.

Sálarfrøðing í Føroyum

Fyri at seta seg í samband við sálarfrøðing í Føroyum skalt tú fyrst seta tað í samband við Sosialráðgeva okkara á 21 46 43 ella á jva@scleroseforeningen.dk