Temadagur um sjúkuna Multipel Sclerose (nú við skrá fyri dagin)

Hósdagin 9. oktobur verður temadagur við neurelogunum Marianne Kirkegaard frá sjúkrahúsinum í Vejle og Joan Højgaard frá Ríkissjúkrahúsinum.

Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia frá kl. 9:00 til kl. 18:00

Neurlogarnir fara m.a. at koma inn á, hvat tað vil siga at hava sclerosu, og hvørji viðgerðatilboð og hjálp er at finna til sclerosurakt. Tíð verður eisini at koma við spurningum til neurologarnar.

Øll, sum hava áhuga, eru vælkomin.

Seinasta freist at boða frá luttøku er 6. oktobur á tlf. 313706/262214  ella e-mail sclerosufelag@sclerosufelag.fo

TRÝST Á HER, FYRI AT SÍGGJA SKRÁNNA