Tiltak við Haslev Sclerosehospital á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – fyri borgarar við sclerosu

Í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosehospital og Sclerosufelagið í Føroyum skipar Klaksvíkar Sjúkrahús fyri einum tiltaki fyri borgarar við sclerosu – avvarðandi eru hjartaliga vælkomin at luttaka. 

Komið og hoyrið eina framløgu um Multipel Sclerose (MS). Til ber at fáa umfatandi heildarvitan um sjúkuna, orsakir og viðgerðir. Somuleiðis hvørji sjúkueyðkenni kunnu standast av MS, og hvussu tann sjúki fær viðgerð og linna. Harumframt fært tú innlit í, hvat MS-endurmenning er, og hvussu hon kann verða tikin inn í gerandisdagin og lívið við MS. 

Høvi verður undir framløguni at seta spurningar um sjúkuna sum heild, og hevur tú ella tit brúk fyri gjøllari frágreiðing viðvíkjandi annaðhvørt likamligum avbjóðingum ella orku- og kognitivum trupulleikum ella avbjóðingum viðvíkjandi persónligum tørvi – so verður ein felags ½ tími til hetta aftaná við teimum trimum bólkunum – fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara/sjúkrarøktarfrøðingi. Møguligt er bara at velja eitt fakøki eftir framløguna. 

Framløga: 1½ tími íroknað stuttan steðg 

Faklig uppfylging eftir framløguna: ½ tími 

NÆR OG HVAR 
Mánadag 2. november og týsdag 3. november kl. 9 til kl. 11.30 í felagshøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Vit bjóða kaffi, te og morgunbreyð.

TILMELDING 

Tiltakið er fyri borgarar og avvarðandi, sum hava sjúkuna tætt inn at lívinum.

Tilmelding er neyðug vegna Covid-19 farsóttina. 

Boða frá luttøku við at ringja á telefon 454545 ella sendateldupost til ks@ks.fo.  

Tey, ið melda seg til tiltakið, skulu viðmerkja: 
  • Navn/nøvn 
  • Telefonnummar 
  • Hvønn dag tú/tit vilja luttaka 
  • Viðmerkið “tiltak fyri borgarar” Avmarkað pláss. 
Viðmerkjast skal at møguleiki er hjá limum okkara at yvirnátta í Klaksvík um tað gert neyðugt. 

Eitt nú um tað ikki passar við ferðaætlan við strandferðsluni. 
Hetta skal upplýsast við tilmelding

Klaksvíkar Sjúkrahús váttar fyri luttøku.