Tíni 25 oyru gera munin

Eftir at hava verið ímillum okkum í 133 ár, takkar tað lítla 25-oyra fyri seg. Frá 1. oktobur eru tey farin í søguna.

Sclerosufelagið hevur sett sær fyri at samla hesi oyru til frama fyri gransking av sclerosu.

Umleið 50 føroyingar eru raktir av hesi herviligu sjúku, men granskarar gera stór framstig.
Peningur til gransking kann betra um livikorini hjá sclerosuraktum.

Koyr tíni 25-oyru í okkara bússur, so tæna tey einum góðum endamáli.

 

Bússurnar verða settar ymsa staðni í landinum. Túsund takk fyri stuðulin. 

Eisini ber til at stuðla við at seta pening inn á hesar konti:
Eik Banki: 9181 166.955.0  ella  Norðoya Sparikassi: 9865 103.873.1

Túsund takk fyri stuðulin!