Ynskiligt tilboð á Klaksvíkar sjúkrahúsið

Í samband við at Klaksvíkar sjúkrahús er í gongd við at uppraðfesta sclerosu økið við rehabilitering og at bøta um tilboðini hjá borgarum við MS (Multipel Sclerosu) í Føroyum, senda vit hetta bræv til tín fyri at kanna hvat fyri eftirspurningur er á hesum øki.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur nú møguleikan at uppraðfesta sclerosu økið við rehabilitering, serliga nú hava tey sett ein neurolog í sclerosu í starv og sum kemur ofta til Føroyar. Hon kann stuðla rehabiliteringina og í dag arbeiðir hon í tøttum samstarvið við Morten Blinkenberg á Ríkissjúkrahúsinum. Og hevur hon traðka til á LS, tá Morten ikki hevur kunnað komið til Føroyar.

Talan er um fys/ergo rehabilitering og undirvísing. Har borgarar fara at fáa møguleika, at fáa eitt forløb við gisting. Harumframt hevur Klaksvíkar Sjúkrahús ein psykomotoriskan terapeut á sclerosu økinum. Hetta verður alt gjørt fyri at bøta um korini hjá borgarum við MS, tískil vóna vit og Klaksvíkar Sjúkrahús at tit taka væl undir hesum tilboði. 

Nær hetta verður klárt, koma tit at hoyra nærri um.

Við vón um góða undirtøku, vinarliga fyll frymilin út í neðra.

Blíðar heilsur,
Sclerosufelagið, Hallur Thomsen formaður