sun. 24. nov.
|Tórshavn
Jólahugnin 24. november kl. 14:00
Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna tann 24. november kl 14. Í ár verður jólahugnin hjá felagnum hildin á Hotel Hafnia. Freistin at melda seg til ein hósdagin 21. november
Tíð og stað
24. nov. 2024, 14:00 – 16:00
Tórshavn, 4-10 Áarvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Gæster
Um tiltakið
Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna sunnudagin 24. november kl 14.
Í ár verður jólahugnin hjá felagnum hildin á Hotel Hafnia.
Vit fara at hugna okkum við Lusiagongu, søgu, sangi og lutaseðlum.
Á matskránni fara vit at fáa dunnulær og skrædda dunnu við svisku- og súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós.
Omaná verður mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum.
Til børnini verður kjøtfrikadellur, kips, grønmetisstavar og ketsjupp.