top of page

Heilsurenning á Flaggdegnum

Kom og stuðla Sclerosufelagnum.

 

Saman við Flaggdagsrenningini 25. apríl 2025 skipa Sclerosufelagið og ítróttarfelagið Bragdið fyri heilsurenning. Heilsurenningin er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg eru vælkomin at tekna seg.

 

Eingin skráseting av tíð er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.

 

Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til heilsurenningina, tí, umframt at stuðla Sclerosufelagnum, er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3.000 kr. 

 

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn. Í básinum selja vit eisini húgvur og helsi við logo Sclerosufelagsins á.

 

Somuleiðis ber til at stuðla Sclerosufelagið við at flyta eina upphædd á 9181 498.008.7 í Betri Banka.


Tilmelding fer fram á hesari leinki https://my.raceresult.com/333462/registration


Meira kunning um flaggdagsrenningina og heilsurenningina sæst her: https://my.raceresult.com/333462/

 

Comments


bottom of page