top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Sclerosufelagið heiðra við kærleikskúluni 2023

Updated: Dec 1, 2023

Hátíðarløta var í Listasavna Føroya í dag. Kærleikskúlan 2023 hjá Dugna bleiv avdúkað og listakvinnan Súsan í Jákupstovu hevði sniðgivið kúluna. Heitið á kærleikskúluni 2023 er Friðardúgvan.


Á heimasíðuni hjá Dugna (www.dugni.fo) verður greitt soleiðis frá um Kærleikskúlana.


"Í lítla bóklinginum, sum fylgir við kúluni, endurgevur listakvinnan vakra yrking hjá J.H.O. Djurhuus saman við heilsanini:


Friðardúgvan, hendan, verður send við ynskjum og vón um frið á jørð

Lítla mín dúgva,

royn at flúgva,

royn at flúgva við urt yvir vað. -

Gloppast eitt sindur

steingjandi grindir,

steingjandi grindir, tá gerst tú glað.

(J. H. O. Djurhuus leystliga eftir Brorson)


Súsan í Jákupsstovu sigur soleiðis um tankarnar aftanfyri avmyndaðu bládúgvuna á Kærleikskúluni 2023:


Bládúgvan reiðrast í Føroyum.

Nú eru meira enn 100 tom dúgvusløg - øll eru tey ættað frá bládúgvu.

Tiltiknast av teimum eru brævdúgvurnar - tær finna heimaftur, ið hvussu langt tær koma burtur.


Menn hava tí tikið tær við sær á longum ferðum. Tá ið teir vilja senda boð heim, stinga teir eitt lítið bræv í eina fjøður, sum teir binda undir velið á brævdúgvuni og sleppa henni so.


Hon flýgur óføra skjótt, rúmliga 100 km í tíman, so hon er ikki leingi um at bera boð fram.

(Úr fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi)" Kelda: Dugni


Stýrið í Dugna ynskti í ár at heiðra Sclerosufelagnum fyri teirra megnar arbeiði

fyri borgarar í Føroyum, sum hava sclerosu. Millum hópin av arbeiðsfólkum á Dugna,

eru fleiri fólk við sclerosu, og ynskir Dugni við hesum heiðrinum, at stuðla undir tí arbeiði, sum felagið ger fyri at betra um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá fólkum í Føroyum við sclerosu.

Í stýrinum hjá Dugna, eru Elkin Klettheyggj, Martin Karl Olsen, Jórun Gardar, Magni á Deild Olsen og Tóra við Keldu.


Nevndin í Sclerosufelagnum er sera takksom fyri, at fáa hendan heiðurin at fáa kærleikskúluna 2023.





61 views0 comments

Recent Posts

See All

Comentários


bottom of page