top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Summarútferðin 12. juni 2022

Updated: Apr 12, 2023

Góðu limir 🙂


Vit í nevndini í Sclerosufelagnum eru sera fegin um at tað aftur ber til at bjóða tykkum við á summarútferð, sum verður sunnudagin 12. juni.


Hesa ferð hava vit valt ta føgru oynna Vágar.


Vit fara við bussi úr Tórshavn og Klaksvík, og taka vit fólk uppí á veg vestur.

Vit koyra til Gásadals, sum liggur á vestursíðini av Vágoynni, har vit vitja Gásadalsgarðin, har vit fara at njóta ein góðan Kaffi/te munn við onkrum góðum aftur við.


Tá vit hava notið tað góða, sum Gásadalsgarður hevur at bjóða, fara vit til Miðvágs at vitja Krígssavnið, sum hevur til endamáls at lýsa tað árin, ið seinni heimsbardagi hevði á tað føroyska samfelagið. Her hava vit frásøgufólk at siga okkum frá.


Eftir, at vit hava sæð og hoyrt hvussu seinni heimsbardagið hevur ávirkað føroyska samfelagið og møguliga enn ávirkar okkum, er svongdin byrja at koma á okkum og vit venda nøsina ímóti Sandavági har tey fryntligu starvsfólkini á


Fiskastykkinum taka í móti okkum og koma at servera fyri okkum eina 2 rættir matskrá.


Øll støðini vit hava valt á Vágoynni hava góðar atkomu møguleikar fyri koyristóli.

Skrá:

  • Bussur koyrir úr Klaksvík kl 11:30

  • Bussur koyrir úr Tórshavn kl 12:00

  • Kaffi/te mun á Gásadalsgarði kl 13

  • Krígssavnið í Sørvági kl 14:30

  • Fiskastykki í Sandavági kl 17:00

  • Heimferð kl 18:30


Tilmelding fer fram antin við at melda seg til her á heimasíðuni, ella við at ringja 598783 eftir kl 17. Freistin at melda seg til er 5. juni.


Vit gleða okkum at síggja nógv


Um tú ikki longu ert limur í felagnum, so kanst tú melda teg sum lim við at trýsta á hesa leinkjuna.


Vinaliga

Vegna Nevndina í Sclerosufelagnum


Hallur Thomsen, formaður


23 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page